- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin lækkar framvegis
Hóast altjóða orkufelagskapurin ávarar ímóti lækkandi oljuprísunum, so halda prísirnir fram at falla.
Í morgun var oljuprísurin farin niður um 81 dollarar fyri tunnuna, og tað er lægsti prísurin seinastu fýra árini.
IEA vil vera við, at fer prísurin ov langt niður, so fer støðan at gerast torfør í árunum sum koma, tí alt ov lítið av olju verður at fáa.
Tørvurin veksur
IEA hevur roknað út, at í 2040 verður tørvur á 104 milliónum tunnum av olju um dagin. Nú er tørvurin 90 milliónir tunnur um dagin.
Størsta orsøkin til, at oljuprísurin lækkar, er, at USA støðugt økir sín part av skiferolju, og tí ikki innflytur so nógva olju longur.
Altjóða orkustovnurin sigur, at neyðugt er við íløgum fyri 900 milliardir dollarar í oljuvinnuna um árið, um nóg mikið av olju skal kunna keypast um 20 ár.
Lækkar oljuprísurin ov nógv, so verða færri íløgur gjørdar, sigur IEA.