- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsleys eru nú styttri tíð í ALS
Arbeiðsleys eru nú styttri tíð í ALS enn fyrr. Í miðal eru tey nú 25 dagar styttri í skipanini.
Tey 1.528 fólkini, sum higartil í ár eru farin úr Arbeiðsloysisskipanini, steðgaðu í miðal í 228 dagar í skipanini. Tað merkir, at tey í miðal hava steðgað okkurt um ein mánað styttri í skipanini enn tey, sum fóru úr skipanini undanfarnu tvey árini, upplýsir ALS.
Vaksandi arbeiðsloysið frá 2009 til 2013 gjørdi, at arbeiðstøk vóru longur og longur í Arbeiðsloysisskipanini. Í fjør vóru tey í miðal 253 dagar í ALS, áðrenn tey fóru úr skipanini aftur.
Arbeiðsloysið er metlágt nú, men ALS hevur eisini gjørt nógv fyri at fáa fólk í arbeiði. Seinasta hálva árið eru yvir 200 fólk farin fyrr til arbeiðis aftur enn tey annars høvdu farið, sigur ALS.
Tey eldu steðga longst
Tey eldru steðga longst í ALS, í miðal okkurt um eitt ár. Tey yngstu er í skipanini millum tríggjar og seks mánaðir.
Av teimum, sum fáa stuðul frá ALS í løtuni, eru ungu menninir tvífalt so leingi arbeiðsleysir sum ungu kvinnurnar.
Men munurin millum kvinnur og menn í aldursbólkunum yvir 40 ár er lítil og eingin.
Bara kvinnur í 30unum eru longur arbeiðsleysar enn menn.