- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tímalønin fyri at kanna Kaj og Kára er 2.000 kr.
Enn veit eingin, hvussu nógv kanningin av málinum um privata Eysturoyartunnilin fer at kosta løgtinginum og landskassanum.
Men tað verða nakrar milliónir krónur.
Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, sigur, at hann fær 2.000 kr. um tíman fyri sítt arbeiði. Frá februar, tá hann byrjaði, til síðst í september brúkti hann 312 tímar. Teir geva 624.000 kr.
Hann hevur higartil brúkt okkurt um 25.000 kr. til ferðir og uppihald í Føroyum, sigur hann.
Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at hann vil ikki upplýsa, hvussu nógv báðir advokatarnir, hann hevur at hjálpa sær, og hjásetarnir báðir, fáa.
Tað mugu tit spyrja løgtingið um, sigur kanningarstjórin.
Skjølini umsetast
Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at nakrar hundrað túsund krónur eru brúktar til at umseta 3.000 skjøl úr føroyskum til danskt.
Hann sigur, at tá løgtingið spurdi, um hann vildi vera kanningarstjóri, gjørdi hann vart við, at hann dugur ikki føroyskt og tí fór at verða neyðugt at umseta skjølini í málinum. Tað var í lagi, fekk hann at vita.
Løgtingið rindar ikki hjásetar
Hans Gammeltoft-Hansen hevur tvey fólk at hjálpa sær við kanningararbeiðinum, advokatarnar Majken Johansen og Jens Wang. Sambært Løgtingsskrivstovuni er teirra tímaløn á sama stigi sum hjá kanningarstjóranum.
Men Løgtingsskrivstovan hevur ikki átikið sær at gjalda fyri hjásetarnar hjá løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum. Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard hava ávíkavist advokatarnar Sigmund Poulsen og Jógvan Páll Lassen sum hjásetar.