Fleiri klagur í ár móti heilsustarvsfólkum

Fleiri klagur í ár móti heilsustarvsfólkum
Í 2013 vóru 21 kærumál viðvíkjandi fakliga virkseminum hjá løggildum heilsustarvsfólki
Fleiri kærir komnar í ár um heilsustarvsfólk
Mynd: savn  
 
31.10.2014 - 13:01

Ongantíð áður hava so nógvar kærur verið móti heilsustarvsfólkum, sum í fjør. 

Tað vísir uppgerð yvir kærur, sum landslæknin í dag hevur almannakunngjørt í sínari ársfrágreiðing. 

Í 2013 vóru 21 kærumál viðvíkjandi fakliga virkseminum hjá løggildum heilsustarvsfólki. 

Kærumálini vórðu send til víðari viðgerðar í Patientombuddet í Danmark. 

Ársfrágreiðingin sigur tó einki um, hvat hendir við kærunum. 

Um fólk fingu viðhald ella um kærurnar vóru avvístar. 

Fá ár hava kærurnar verið fleiri enn 10 í tali. Í 2012 vóru 14 kærur, í 2011 vóru 8 kærur og í 2010 vóru bert 7 kærur frá sjúklingum, sum kendu seg skeivt ella illa viðfarnar av heilsustarvsfólkum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944