- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar venda fólkakirkjuni bakið

Alsamt longri og longri verður ímillum teir føroyingar, ið hvønn sunnu- og halgidag seta seg á beinkirnar í føroysku fólkakirkjuni, vísa tøl hjá Hagstovu Føroya.

Sí grafikkin niðanfyri

Í 2000 vóru 84,5 prosent av øllum føroyingum limir í fólkakirkjuni. Við árslok 2013 vóru 81,9 prosent av øllum føroyingum limir í fólkakirkjuni. Afturgongdin frá 2000-2014 var 2,6 prosent.

Í miðal hava 0,19 prosent av føroyingum hvørt ár seinastu 14 árini meldað seg úr fólkakirkjuni. Umroknað svarar tað til, at eftir fimm árum hava útivið eitt prosent meldað seg úr kirkjuni.

Greinin heldur fram niðanfyri

Talið av føroyingum, ið hava meldað seg úr fólkakirkjuni, er mótroknað fólkatalið í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni. Tískil er skiftandi fólkatalið í Føroyum ikki ein feilkelda.

Til ber ikki at siga, um fólk hinvegin eru innlimað í aðrar samkomur, tá tey hava meldað seg úr fólkakirkjuni. Hagstovan skrásetir ikki talið av limum hjá samkomum í Føroyum.