Kann vera deyðsfella at búgva á Mars

Kann vera deyðsfella at búgva á Mars
Video: Nýggjar kanningar seta spurnaðartekin við, um ætlanin kann fremjast, um komandi kolonistarnir yvirhøvur kunnu yvirliva á reyðu gongustjørnini
Venjingarhylki hjá rúmdarferðandi
Mynd: MarsOne  
 
16.10.2014 - 09:41

Granskarar ávara nú um ætlanirnar, um at astronautar skulu búgva á mars. Hetta er ein deyðsfella siga teir. 

Meira enn 200-túsund fólk úr 140 londum, teirra millum 489 danskir ríkisborgarar, hava sjálvboðin teknað seg til verkætlanina, Mars One, sum snýr seg um at 25 - 40 útvaldir astronautar skulu út til gongustjørnina Mars, har teir skulu byggja eina rúmdarkoloni í 2025. 

Astonautarnir skulu liva av plantum, sum teir dyrka innandurða.

Nýggjar kanningar frá Massachusetts Institute of Technology, stytt MIT, seta spurnaðartekin við, um ætlanin kann fremjast, og um komandi kolonistarnir yvirhøvur kunnu yvirliva á reyðu gongustjørnini, skrivar popsci.com.

Tað eru phd-lesandi á MIT, sum hava gjørt kanningina, har millum annað túrurin til mars varð simuleraður, eftirlíknaður, við hjálp frá almennum upplýsingum.  

Eftirlíkningin hjá MIT'arunum avdúkaði álvarsligar trupulleikar við Mars One-verkætlanini - eitt nú at føðin skuldi dyrkast innandurða.

Planturnar útláta nevniliga oxygen, súrevni, sum kann elva til spreinginar. Har umframt skal oxygenið kunna látast út, samstundis sum tú heldur nitorgeninum, køvievninum, aftur, sum heldur lufttrýstinum støðugt, tá tú dyrkar plantur í afturlatnum rúmi. 

Trupulleikin er, at tøknin, sum megnar hetta, bert er roynd á jørðini. Um tøknin ikki virkar á Mars, doyggja astronautarnir í hungri, skrivar popsci.com.

Hollendski verkfrøðingurin, sum stendur fyri verkætlanini, Bas Lansdorp, viðgongur, at ætlanin er ikki uttan lýti.

- Vit halda ikki, at vit hava uppfunnið bestu loysnina. Men hetta er ein góð loysn, sigur Bas Lansdorp.

Kjartan Kinch, sum er post-doc við Niels Bohr-instituttið við lærda háskúlan í Keypmannahavn, sigur við Videnskab.dk, at eitt gott er við ætlanini,- at astronautarnir hava ongan ferðaseðil heimaftur. Tøknifrøðiliga sæð, er tað lættari at fremja missiónina, tá tú ikki skalt senda nakran heima aftur. Tað er nærum ógjørligt at taka nóg mikið at brennievni við til ferðina heimaftur, sigur Kjartan Kinch.

Er hugskotið veruleikafjart? (video: MarsOne)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209