Giktafelagið vil hava loysn á læknatrupuleikanum

Giktafelagið vil hava loysn á læknatrupuleikanum
Einasti giktlæknin í landinum hevur sagt seg úr starvi frá 1. januar, so hetta er ikki ein haldgóð støða, sigur leiðslan í giktafelagnum
Giktalæknin á Landssjúkrahúsinum sagt seg úr starvi
Mynd: savnsmynd  
 
14.10.2014 - 07:43

Giktafelagið heitir nú á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini um giktalæknan á Landssjúkrahúsinum í rættlag. 

Einasti giktlæknin í landinum hevur sagt seg úr starvi frá 1. januar, og hesum kann giktafelagið ikki liva við. 

Felagið krevur, at giktlæknin fær arbeiðsró og sømilig kor at virka undir, at sáttmálaviðurskiftini og arbeiðsvirðurskiftini eru í lagi. 

Í yvirlýsing vísir felagið til samgonguskjalið, har tað stendur, at "bíðilistarnir til serviðgerð skulu minkað".

Verandi giktlækni hevur megnað at stytt um bíðitíðina munandi, sigur felagið, sum ynskir, at giktlæknin heldur fram í starvinum. 

- Støðan er hættislig, sigur Giktafelagið. Í núverandi stund er bert ein giktlækni, og helst skuldu verið tveir ella tríggir, sigur felagið í yvirlýsingini. 

Í løtuni hava á leið 1500 sjúklingar tørv á giktviðgerð á Landssjúkrahúsinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944