- Tíðindi, mentan og ítróttur
Geytin og Áskoðaravirðirlønin í Norðurlandahúsinum
Fyri triðju ferð fáa filmsfólk, sum gera stuttfilmar, møguleika at kappast um virðirlønirnar Geytin og Áskoðaravirðirlønina. Hóskvøldið 11. desember skipar Norðurlandahúsið fyri filmskvøldi, har nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tær báðar filmsvirðislønirnar verða handaðar.
Freistin at melda stuttfilmar til kappingina er tann 11. november, og sjálvur filmurin skal latast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november. Fyri at luttaka í kappingini skal filmurin vera í mesta lagi 30 minuttir langur, men filmsnevndin kann tó gera undantak í serligum førum.
Filmarnir mugu ikki verða vístir fyrr
Ein onnur treyt er, at filmurin ikki áður hevur verið vístur á Filmkvøldunum hjá Norðurlandahúsinum. Hann kann tó hava verið sýndur alment áður, men so skal tað ikki vera longri síðani enn 11. desember í fjør.
Handilsligir filmar, ella filmar sum onkunsvegna innihalda handilsligar tilsipingar, kunnu ikki luttaka í kappingini um Geytan. Í dómsnevndini, sum fer at meta um filmarnar, eru Birgir Kruse, sum er formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen og Marjun Niclasen.
Geytavirðislønin er 25.000 krónur, meðan Áskoðaravirðirlønin er 15.000 krónur. Tað eru áskoðararnir, sum møta upp á filmskvøldinum, sum avgera, hvør fær Áskoðaravirðislønina.