- Tíðindi, mentan og ítróttur
70 milliónir í rentustuðli og játtanin lækkar
Higartil í ár hava landið og kommunurnar goldið 70 milliónir krónur í rentustuðli.
Lækkaða sethúsarentan ger, at Fíggjarmálaráðið longu nú torir at minka játtanina til rentustuðulin í ár.
Í eykajáttanarlógini, sum er í løgtinginum, verður biðið um, at játtanin til rentustuðulin minkar 1,8 milliónir krónur.
Landskassin fer at brúka eina millión minni og kommunurnar 800.000 kr. minni, sigur ein dagførd meting hjá Fíggjarmálaráðnum.
Sambært fíggjarlógini fyri 2014 kostar rentustuðulin 98 mió. kr. Í uppskotinum um eykajáttanarlóg verður biðið um, at játtanin lækkar niður í 96,2 mió. kr.
Og næsta ár skal rentustuðulin, sambært uppskotinum um fíggjarlóg, kosta landi og kommunum hálva triðju millión krónur minni enn í ár.
Landsstýrið ætlar at fáa løgtingið at lækka rentustuðulin eitt prosentstig um árið næstu fimm árini.
Sambært tí verður rentustuðulin næsta ár 34 prosent og 30 prosent í 2019. Sparingin í 2019 skal vera 12,5 mió. kr.
Løgtingið ivast
Men ivasamt er, um løgtingið tekur undir við tí.
Í fjør mælti Fíggjarnevndin frá at minka rentustuðulin. Og kanska fer hon eisini at gera tað í ár.
Í gjár segði formaðurin í Fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, at skal rentustuðulin minka, so skal kapitalvinningsskatturin eisini minka tað sama.
Og tað er ikki rætt móti teimum, sum hava bygt ella keypt hús, at minka rentustuðulin.
Tey, sum skylda tvær milliónir krónur í sethúsunum, og rentan er 4 prosent, missa 804 krónur um árið í rentustuðli, verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt.