Vit eiga ikki eitt oyra. Vit lata ikki eitt oyra!

Vit eiga ikki eitt oyra. Vit lata ikki eitt oyra!
Skemtileikurin eftir Dario Fo verður at síggja í Sjónleikarhúsinum í Havn miðskeiðis í oktober
 
30.09.2014 - 13:32

Evnið í leikinum er einki broytt síðan sjeytiárini – tíverri, kunnu vit siga: stríðið hjá tí vanliga fólkinum at yvirliva og klára seg við teimum fáu oyrunum man hevur eftir, tá skatturin er farin við sínum og bankin og streymurin og oljan og alt hitt við sínum er enn líka aktuelt.

Í leikinum gera konurnar uppreistur, tá prísirnir á matvørum enn einaferð fara upp: í staðin fyri at gjalda tað, tað kostar, so gjalda tær tað tað kostaði í gjár, ella í síðstu viku – og summar gjalda enntá slett einki.

Hesar ólógligu matvørur mugu tó krógvast, fyrst fyri monnunum og síðan fyri politinum, og knappliga eru allar konur í grannalagnum uppá vegin samstundis – og allar í minst níggjunda mánað! Tað sum stendst burturúr, er hvørki meir ella minni enn ein reindyrkað farsa!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856