Sáttmálar fyri góðar 43 miljónir krónur

Sáttmálar fyri góðar 43 miljónir krónur
Landsverk skrivaði í gjár undir tveir sáttmálar fyri góðar 43 milliónir krónur í sambandi við byggingina av skúladeplinum við Marknagil
 
25.09.2014 - 10:45

Annar sáttmálin er við føroysku fyritøkuna Demich, um at seta upp luftskiftisskipan, og hin við danska felagið Brøndum International um VVS-arbeiðið til skúladepilin.

Sáttmálin við Demich er 21 miliónir krónur, og sáttmálin við Brøndum International 22,2 milliónir krónur.

Depilin tekur skap

- Møguleiki var ikki at fáa alt hetta arbeiðið á føroyskar hendur, men helvtina hevur so ein føroysk fyritøka fingið, sigur Arne Debess Madsen, sum er verkætlanarleiðari á Landsverki.

Í løtuni eru eini hálvthundrað fólk til arbeiðis á byggiplássinum við Marknagil. Byggingin við Marknagil er nú farin at taka skap, og nú sæst, hvussu stórur depilin fer at verða.

Fakta um Marknagilsdepilin

Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum studentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla við felags hentleikum og felags leiðslu.

Samlaða gólvvíddin er 19.500 fermetrar, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum.

Kostnaðarætlanin fyri verkætlanina er 515 milliónir, íroknað innbúgv og annað, og skúlin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209