- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið biðið um milliónir sum tað strikaði
Líggin hjá Fíggjarnevndini var í so hvassur, tá nevndin kvetti av kontuni hjá Almannamálaráðnum til arbeiðsfremjandi tiltøk.
Nú er løgtingið biðið um átta milliónir krónur afturat.
Tað hevði verið slaka helvtina minni, um Fíggjarnevndin læt kontuna fáa frið:
Fíggjarnevndin fekk løgtingið at taka hálva fjórðu millión krónur av játtanini til arbeiðsfremjandi tiltøk í ár.
Nú biður Almannamálaráðið um átta milliónir krónur afturat til arbeiðsfremjandi tiltøk í ár.
Virksemið nógv økt
Játtanin í fíggjarlógini er 28,5 mió. kr.
Men útreiðslurnar og virksemið eru nógv økt í ár.
Fíggjarnevndin spurdi annars Almannamálaráðið, tá nevndin viðgjørdi fíggjarlógina fyri 2014, um til bar at taka átta milliónir av kontuni. Tað helt Almannamálaráðið ikki.
Kortini tóku Fíggjarnevndin og løgtingið hálva fjórðu millión av kontuni. Nú er so brúk fyri teimum og hálvari fimtu afturat.
Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk kom í gildi 1.januar í fjør.
Á arbeiðsmarknaðinum
Endamálið við lógini er at forða fyri, at fólk, sum fáa fyritíðarpensjón, forsorgarhjálp, tí tey eru arbeiðsleys, dagpengar, tí tey eru sjúk, og fólk, yngri enn 18 ár, sum bera brek, enda uttan fyri arbeiðsmarknaðin.
Tey fáa tilboð um eitt nú virkisvenjing, arbeiðsbúgving ella tillagað starv.
Samstundis sum útreiðslurnar til tillagað størv eru øktar, eru útreiðslurnar til miðal og lægstu fyritíðarpensjón higartil í ár minni enn væntað, stendur í uppskotinum um eykajáttanarlóg.
Løgtingið fer at viðgera uppskotið um eykajáttanarlóg týsdagin í næstu viku.