- Tíðindi, mentan og ítróttur
Henrik Old spyr um túratalið hjá Smyrli

Henrik Old, úr Javnaðaflokkinum, spyr Johan Dahl, landsstýrismann, hvørji viðurskifti eru broytt, nú leiðslan fær boð um at skerja túratalið á eini leið, sum, sambært Henriki Old, hevur fægst túratal og mesta flutning.

Í viðmerking til fyrispurningarnar skrivar javnaðartingmaðurin, at 24. oktober 2012 hevði leiðslan á Strandferðsluni fund við tingfólk um játtanina til Strandfersluna har víst varð á, at millum annað av nýggjum manningakrøvum fór játtanin ikki at halda.

Neyðugt var antin at hækka prísin hjá Strandferðsluni ella minka um túratalið hjá Smyrli á farleiðini til Suðuroy.

Politiski meirilutin: Eingin broyting í prísi og túratali

Strandferðslan fekk tá at vita frá politiska meirilutanum, at tað hvørki bleiv talan um at seta prísin upp ella túratalið niður. Tá var mest talan um siglingina hjá Teistanum.

Nú verður boðað frá, at tað framanundan lága túratalið hjá Smyrli, skal skerjast uppaftur meir. Hesar broytingar vórðu gjørdar, hóast nøgdin av flutningi er vaksin munandi seinastu árini, skrivar Henrik Old í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin.

Kann tað hugsast, at orsøkin til at man fyri aðru ferð í hesum samgongsskeiðnum velur, at skerja túratalið hjá Smyrli vera tann, at í løtuni situr einki løgtingsumboð fyri Suðuroynna í samgongu? Tí verða hesir spurningar settir til landstýrismannin, Johan Dahl.