- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 milliónir krónur afturat til landshúsarhaldið
Landsstýrið hevur í dag biðið løgtingið um 24,8 mió. kr. í eykajáttan.
Samtykkir løgtingið uppskotið, veksur hallið í fíggjarlógini, 24,8 milliónir.
Millum annað verður biðið um 3,45 mió. kr. afturat til Strandfaraskip landsins. Framrokningar vísa, at hallið hjá stovninum verður seks milliónir krónur í ár.
Strandferðslan hevur sjálv funnið góða hálva triðju millión. Millum annað verður viðlíkahald fyri hálva aðru millión útsett til næsta ár.
Biðið verður um 400.000 kr., so haldast kann fram við verkætlanini at ala seyð burtur úr ridluskriða, sum byrjaði í fjør, men ikki bleiv liðug.
Dýr avgerð
Barsilsskipanin hevur brúk fyri næstan 13 milliónum afturat, tí lógin er broytt, og ein avgerð hjá Kærunevndini kann kosta skipanini góðar 2,4 mió. kr. í ár.
Heilsutrygd skal hava 4,6 mió. kr. afturat, og størstu hækkingarnar í uppskotinum um eykajáttan eru til arbeiðsfremjandi tiltøk, átta milliónir krónur, og fólkapensjón, 8,2 milliónir.
Talan er tó ikki bara um fleiri útreiðslur. Løgmansskrivstovan letur landskassanum tvær milliónir aftur, tí gerðarrættarmálini móti ES eru tikin aftur.
Og Apoteksverkið fer at hava fýra milliónir krónur í vinningi í ár, sum so fara av aftur játtanini í fíggjarlógini.
Hetta er fjórða eykajáttanaruppskotið frá landsstýrinum í fíggjarárinum 2014.