Serviðgerðir og skattafríur seyður í samsýning

Serviðgerðir og skattafríur seyður í samsýning
Fíggjarnevndin tekur undir við eykajáttan og við at gera siðvenju til lóg
Nógvir føroyskir sjúklingar verða sendir á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Rokningar fyri viðgerðir í fjør komu ikki til Føroya fyrr enn í ár.
 
11.09.2014 - 07:49

Tá tað er lógligt at senda sjúklingar av landinum til viðgerðar, noyðist løgtingið at lata pengarnar, sum tað kostar.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er samd um at mæla tinginum til at samtykkja uppskotið um sjey milliónir krónur í eykajáttan til serviðgerðir uttanlands.

Játtanin kemur tá upp í 142,3 milj. krónur í ár. 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur greitt Fíggjarnevndini frá, at arbeitt verður við ávísum umleggingum av játtanini til serviðgerðir uttanlands í fíggjarlógini fyri 2015. 

Fíggjarnevndin heldur, at heimild at senda sjúkligar av landinum til viðgerðar og fíggjarlig ábyrgd skulu fylgjast.

Seinar rokningar

Heilsumálaráðið sigur, at neyðugt er at hækka játtanina í ár, tí einki er at ivast í, at hon er ov lítil.

Ikki ber heldur til at siga, um sjey milliónir eru nóg mikið. 

Torført er at meta um, hvussu nógvar dýrar sjúklingaferðir verða, og rokningar koma seint.   

Orsøkin til trupulleikan er serliga, at miðalkostnaðurin fyri serviðgerðir í fjør var nógv hægri enn væntað, tá fíggjarlógin fyri 2014 varð gjørd. 

Og fleiri sjúklingar enn væntað eru farnir av landinum higartil í ár. 

Harafturat gjørdu roknskaparumleggingar hjá Region Hovedstaden, at rokningar upp á 30 milliónir krónur fyri 2013 komu ikki fyrr enn nú í ár.  

Siðvenjan vinnur á lóg

Seyður, sum verður latin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, er skattskyldugur hjá tí, sum fær seyðin, tí hann er ein inntøka. 

Men siðvenjan er ikki at telja slíkan seyð við í skattskyldugu inntøkuna ella krevja skatt av honum. Og nú vinnur siðvenjan á skattalógini.

Skattalógin verður broytt, so seyðurin, sum verður latin sum samsýning, ikki longur sambært lógini skal við í sjálvuppgávuna.

Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Fíggjarnevndin ásannar, at lógaruppskotið staðfestir siðvenjuna.

Fíggjarnevndin hevur fingið staðfest frá TAKS, at eingir trupulleikar vera viðvíkjandi meirvirðisgjaldi av seyði, sum verður latin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519