- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður fyri harðskap

Tað var leygarkvøldið um nátturðatíð, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður hevði sligið ein 40 ára gamlan útlendskan mann í andlitið. Útlendingurin er í Føroyum í sambandi við átakið hjá Sea Shepherd, og hann sat hetta kvøldið á varðhaldi í einum bili og kikaði eftir grindahvali.

21 ára gamli maðurin greiddi í grundlógarforhoyri í morgun frá, at hann vildi tosa við útlendingin og spyrja hann um, hví hann fyrr í summar hevði gjørt seg inn á bilin hjá pápa hansara. Men útlendingurin hevði bara flent at honum, og tí gjørdist hann illur og langaði honum nevan í andlitið tvær ferðir.

Nakrar tímar seinni fekk løgreglan fráboðan um, at 21 ára gamli maðurin hevði sligið ein annan mann, ein føroying, í andlitið við nevanum. 21 ára gamli maðurin var í báðum førum ávirkaður av rúsdrekka, og tí mintist hann ikki alt sum fór fram, men hann játtaði seg partvíst sekan í at hava framt harðskap.

Noktar nakrar av skuldsetingunum

Ákæruvaldið vísti 21 ára gamla mynd av útlendinginum við skaðum í andlitinum. Ungi maðurin segði í rættinum, at hann hevði ikki ábyrgdina av øllum skaðunum, sum maðurin hevði fingið.

Millum annað var eitt merkið í andlitinum, sum 21 ára gamli maður sigur, at hann ikki hevur gjørt, tí hann slóg hann ikki har. - Hann hevur sjálvur gjørt skaða á seg, segði 21 ára gamli.

Á heimasíðuni hjá Sea Shepherd var mynd av útlendinginum, sum vísir hondina, sum eisini er innbundin. Men í rættinum kom fram, at talan helst er um ein fingur, sum er farin úr lið.

Varðhaldsfongslaði dømdur fyri harðskap áður

Av tí at 21 ára gamli maðurin hevði treytaðan dóm fyri harðskap frá november í fjør, avgjørdi rætturin at varðhaldsfongsla hann, meðan løgreglan kannar málið.

Maðurin, ið nú er varðhaldsfongslaður í 14 dagar, varð tá dømdur 60 daga fongsul, men fekk í staðin 150 tímar samfelagstænastu.

Nú verða so hesir 60 dagarnir settir í verk, og maðurin skal í hvussu er inn at sita í 60 dagar.