Rópa aftur varskó: listeria í viðskera úr Danmark

Rópa aftur varskó: listeria í viðskera úr Danmark
Viðskerin er skorin við somu maskinum sum rullupylsan hjá Jørn A
Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðilig Starvsstovuni eru av og á fráboðanir um matvørur, sum eru afturkallaðar. Har sæst neyvt, hvør vøran er, so tann, sum hevur keypt vøruna, kann samanbera tølini á sínari vøru og tølini á hfs.fo
 
22.08.2014 - 07:41

Nú er listeria bakterian aftur sett í samband við viðskera úr kjøti, sum er innfluttur úr Danmark. 

Hesa ferð er tó ikki talan um kjøt frá Jørn A Rullepølser, men frá Delika Hammel.

Miklagarður og Delika Hammel hava afturkallað fimm sløg av skornum viðskera.

Maskinur kanska dálkaðar

Orsøkin er tó ikki, at listeria er funnin í sjálvum viðskeranum, men viðskerin er skorin við somu maskinum hjá Delika Hammel, sum skóru rullupylsuna hjá Jørn A, sum er undir illgruna fyri at hava beint fyri 13 fólkum í Danmark.

Miklagarður og Delika Hammel afturkalla hamburgararygg, oksabringu, luksus speigipylsu, royktan filet og oksaspeigipylsu við osti og olivin, sum eru pakkað frá 8. til 19.august og eru í svørtum plastbakkum við Miklagarðslepa.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur hesar upplýsingar um viðskeran, sum nú er undir illgruna:

Strikukota á pakninginum: 2060000021953.  Vøran er seld í Miklagarði. Talan er um átta pakkar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519