Einastandandi: Pál tvey EM-silvurheiðursmerkir

Einastandandi: Pál tvey EM-silvurheiðursmerkir
Pál Joensen hevur nú vunnið tvey silvurheiðursmerki í EM-kappingini í Berlin
 
22.08.2014 - 17:13

Pál Joensen vann aftur í dag silvur í EM-kappingini í Berlin.

Pál kom á mál sum nummar tvey í EM-finaluni í 800 metrum við tíðini 7.48.49. Nummar eitt varð Gregorio Paltrinieri við tíðini 7.44.98.

Tíðliga í finaluni var greitt, at italiumaðurin fór frá hinum.

Pál Joensen, Gabriele Detti og Stephen Milne lógu leingi lið um lið um hini heiðursmerkjaplássini.

Tá umleið 300 metrar vóru eftir vísti Pál Joensen, hvør av teimum var sterkastur. Pál legði seg á annað plássið, og helt seg har til hann kom á mál.

Við tveimum silvurheiðursmerkjum í hesi EM-kappingini hevur Pál Joensen framt eitt hitt størsta ítróttarbragdið í føroya søgu.

 

Úrslit og tíðir:

1. Gregorio Paltrinieri - Italia - 7.44.98

2. Pál Joensen - Føroyar - 7.48.49

3. Gabriele Detti - Italia - 7.49.35

4. Stephen Milne - Bretland - 7.50.64

5. Jan Micka - Kekkia - 7.52.19

6. Gergely Gyurta - Ungarn - 7.55.47

7. Ferry Weertman - Holland - 7.55.57

8. Richard Nagy - Slovakia - 7.56.28

 

Pál Joensen hevur svomið síðstu kappingina í EM í Berlin. Úrslitið varð tvey silvurheiðursmerkir til Føroyar.

Meira verður í tíðindunum í útvarpinum klokkan 18.00, í Degi og Viku klokkan 19.00 og í 3-2 mánakvøldið.

Karusellin sendir í løtuni beinleiðis úr Vági.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447