Danir vilja varðveita ES-tiltøkini móti Føroyum

Danir vilja varðveita ES-tiltøkini móti Føroyum
Semjan millum Føroyar og ES er dupultmoralsk, sigur danska uppsjóvarvinnan
Føroyskur uppsjóvarfiskur kann nú aftur fara á ES-marknaðin
 
19.08.2014 - 07:53

Esben Sverdrup-Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Producentorganisation, er sera misnøgdur, nú handilsforðingarnar móti Føroyum verða settar úr gildi.

Felagið hevur seinastu tíðina roynt at fáa donsku stjórnina at leggja trýst á ES-nevndina, so handilsforðingarnar ikki verða tiknar, skrivar Fiskeritidende. 

Sambært Esben Sverdrup-Jensen er nýggja semjan millum ES og Føroyar dupultmoralsk, og ES bendir síni egnu krøv til burðardyggan fiskiskap við semjuni, sigur stjórin fyri danska uppsjóvarvinnufelagið. Hann vísir á, at Føroyar í ár sleppa at fiska tvær ferðir so nógva sild, sum eftir gamla býtislykilinum. 

Ilt við at góðtaka semju

Hann hevur ilt við at góðtaka semjuna millum Føroyar og ES. 

- Fyrst er tað ein brotsgerð og vistfrøðilig vanlukka, at Føroyar trífalda sildakvotuna og niðurfiska stovnin. Síðani er tað í fínasta lagi, um Føroyar tvífalda kvotuna í stríð við lívfrøðilig tilmæli og altjóða avtalur? spyr Esben  Sverdrup-Jensen.. 

Handilsforðingarnar verða formliga settar úr gildi í morgin. Tað merkir, at hósdagin lata havnirnar í ES-londunum upp aftur fyri føroysk skip og føroyskan fisk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155