- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danski uttanríkisráðharrin til Føroya
Danski uttanríkisráðharrin til Føroya
Hetta er fyrsta vitjanin hjá Martini Lidegaard í Føroyum sum uttanríkisráðharri
15.08.2014 - 13:51
Týsdagin 19. august kemur danski uttanríkisráðharrin, Martin Lidegaard, til Føroya á sína árligu arbeiðsvitjan.
Á ferðini skal uttanríkisráðharrin hava fund við løgmann, og teir báðir hava tíðindafund á Løgmansskrivstovuni seinnapartin týsdagin.
Hetta er fyrsta vitjanin hjá Martini Lidegaard í Føroyum sum uttanríkisráðharri. Hann fer úr Føroyum aftur mikudagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV