- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan í skundi til Hvalbiar at kanna deyðsfall
- Vit fingu fráboðanina um deyðsfallið í morgun kl. 11.15, og vit meta at talan er um eitt illgrunasamt deyðsfall. Tí eru trý fólk send til Hvalbiar at kanna málið saman við løgregluni á staðnum, sigur Jón Klein Olsen, politikommisserur.
Løgreglan vil ikki koma nærri inn á umstøðurnar, tí málið er so nýtt.
Talan er um ein 37 ára gamlan mann, og húsini í Hvalba, har maðurin varð funnin, eru avbyrgd. Løgreglan hevur afturhildið einum persóni, sum er undir illgruna at hava samband við hendingina.
------
Klokkan 14.56 kom teldupostur frá løgregluni, at tveir mans eru handtikinir. Tann eini maðurin er 23 ára gamal, hin 39. Tey avvarðandi eru kunnaði. Løgreglan upplýsir, at meira ikki verður at frætta fyrr enn seinnapartin í morgin