- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll hús í Havn á sølulista savnað i talgilt kort
Tórshavn, Kaldbak, Kollafjørður, Velbastaður, Nólsoy, Signabøur og Hvítanes. Tað trýtur ikki við húsum, íbúðum, grundstykkjum og jarðarstykkjum, sum í løtuni verða seld í Tórshavnar kommunu.
Royn samvirkna kortið niðanfyri í greinini
Í løtuni eru 145 til sølu á sølulistum hjá teimum ymisku meklarunum, ið átaka sær at selja hús, íbúðir, grundstykki og jarðarstykki fyri fólk, ið vilja búgva í størstu kommununi í landinum.
Tórshavnar kommuna hevur tikið stig til at gera tað einfaldari hjá fólki, ið hava ætlanir um at seta føtur undir egið borð í høvuðsstaðarkommununi, og hevur savnað allar ognirnar saman í eitt samvirkið kort.
Lættari hjá keyparum at fáa yvirlit
Kommunan hevur tikið stig til, og gjørt, eitt talgilt, samvirkið kort, har fólk fáa yvirlit yvir, hvar í kommununi hús, íbúðir, grundstykki og jarðarstykki eru lýst til sølu.
Á samvirkna kortinum kanst tú síggja allar ognir, sum í løtuni eru á sølulista hjá teimum ymisku húsameklarunum. Tilsamans eru 145 á sølulista í høvuðsstaðarkommununi.
Sí og royn kortið her: Fastognir til sølu í Tórshavn (letur upp í nýggjum kaga)
Tú kanst eisini velja, um tú bert vilt síggja sethús, raðhús, íbúðir, vinnubygningar, neyst, summarhús, grundstykki ella jarðarstykki á samvirkna kortinum á slóðini omanfyri her.