Løgreglan hevði úr at gera

Løgreglan hevði úr at gera
Nógv fólk vóru í býnum í Havn í samband við tónleikatiltakið Tórsfest
 
27.07.2014 - 17:09

Í nógvum førum tók ófriður seg upp, og løgrelgan mátti tveir túrar til Klaksvíkar við fólki, sum skuldu sova rúsin av sær. 

- Tað høvdu verið enn fleiri handtøkur, um løgreglan ikki hevði skulað koyrt tann langa vegin til Klaksvíkar, sigur vakthavnadi á politistøðini.

Løgreglan fekk eisini fráboðan í nátt um, at fólk vóru dottin í býnum, onkur var sovnaður, og tey máttu upp fleiri ferðir koyra full fólk heim. Samurittarnir vóru ein stór hjálp, sigur vakthavnadi.

Eisini fekk løgreglan kærur um, at ov harður tónleikur varð spældur.  

 

Fóru út við báti

Um 5 tíðina í morgun kom fráboðan um, at trý fólk vóru farin út við báti. Løgreglan setti seg í samband við bjarnginartænastuna, men teirra bátar vóru ikki nærhendis.  Stutt eftir, at báturin við trimum fólkum umborð var farin frá landi, vendi hann innaftur, so løgrelan slapp undan at seta tað stóra í verk. Har við sluppu fólkini í bátinum undan rokning, sum hevði staðist av at senda bjargingarbát eftir teimum.

Løgreglan stóð fyri teimum, tá tey komu innaftur, og førarin av bátinum verður skuldsettur fyri at sigla við kenning. 

Eisini eitt harðskapsmál hevur verið úti á bygd í nátt, ein maður varð sligin í høvdið við einari fløsku.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979