Royna Hægstarætt

Royna Hægstarætt
Søkt er um loyvi til at fara í Hægstarætt við málunum um virðisbrøvini, sum Kaupting Banki seldi í Føroyum
Hægstirættur fer kanska at viðgera virðisbrævasølu í Føroyum
 
18.07.2014 - 07:19

Roynt verður nú at fáa danska Hægstarætt at taka støðu til ábyrgdina hjá Eik Banka í málunum um tryggu virðisbrøvini, sum kostaðu føroyingum nógvar milliónir krónur.

Brandur Ellingsgaard, advokatur hjá Poul Michelsen og Sólborg Dulavík, sum taptu í Eystara landsrætti, hevur søkt Procesbevillingsnævnet um loyvi til at fara í Hægstarætt við báðum málunum. 

Brandur Ellingsgaard sigur, at hann í umsóknini ger vart við, at talan er um prinsipiell sakarmál, sum eru viðkomandi hjá nógvum.

Tíggju onnur mál um tað sama eru longu send Føroya rætti fyri at bróta fyrningarfreistina.

Meira verður tó ikki gjørt við tey málini, fyrr enn Procesbevillingsnævnet hevur svarað umsóknini um at sleppa í Hægstarætt.

Fæst loyvi til at fara í Hægstarætt við málunum hjá Poul Michelsen og Sólborg Dulavík, bíða hini málini til Hægstirættur hevur felt dóm í teimum báðum málunum, sum eru viðgjørd og avgreidd í Føroya rætti og í Landsrættinum.

Trygg virðisbrøv

Málini eru um virðisbrøv, sum skuldu eitast at vera ein trygg íløga. Kaupting Banki í Føroyum seldi virðisbrøvini.

Í 2007 keypti Eik Kaupting í Føroyum. Árið eftir, tíðliga á heysti í 2008, fór amerikanski banki Lehman Brothers á heysin. Og so vóru tryggu virðisbrøvini, sum Kaupting seldi í Føroyum, einki verd. 

Men bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur siga, at Eik kann ikki dømast fyri tað, sum Kaupting Banki gjørdi. Og tí hevur Eik Banki onga endurgjaldsskyldu mótvegis, sum mistu, tí virðisbrøvini, Kaupting seldi teimum, mistu alt virðið.

Og Landsrætturin sigur eisini, at ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik tveir mánaðir, áðrenn Lehman Brothers fóru á heysin, var ikki ófullfíggjað, hóast ráðgevin ikki mælti Poul Michelsen til at sleppa sær av við virðisbrøvini í amerikanska bankanum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109