Vísitalið sigur bjartskygni

Vísitalið sigur bjartskygni
Húsarhaldini og vinnan vænta framgongd. Konjunkturvísitalið ikki verið hægri síðani fyri seinastu fíggjarkreppu
Fíggjarmálaráðið hevur kunngjørt nýggjastu metingina hjá føroyingum um gongdina í samfelagnum
 
09.07.2014 - 07:02

Føroyingar keypa meira, og eftirspurningurin eftir vørum og tænastum fer at vaksa.

Konjunkturvísitalið heldur fram at hækka, kunngjørdi Fíggjarmálaráðið í gjár. Tað er hækkað úr 23 upp í 37 í ár.

Vísitalið hevur ikki verið so høgt síðani í januar í 2007, tað er, áðrenn altjóða fíggjarkreppan byrjaði í 2008.   

Konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum varð gjørd í juni. 

24 mánaðir mettir

Konjunkturvísitalið gevur ábending um, hvussu brúkarar og vinnulív halda, støðan í búskapinum er beint nú, og hvussu tey meta, gongdin var farnu tólv mánaðirnar og útlitini eru fyri næstu tólv mánaðirnar.

Í juni hækkaði vísitalið fyri allar bólkar, sum eru við í kanningini hjá Fíggjarmálaráðnum, uttan í bólkinum tilfeingisvinnur. Har er vísitalið at kalla óbroytt.

Men bæði húsarhaldini og vinnulívið eru vorðin nógv bjartskygdari um framtíðina og vænta framgongd næsta árið, upplýsir Fíggjarmálaráðið. 

Fólk í húsarhaldunum, sum eru spurd, vænta eisini, at arbeiðsloysið fer at minka næsta árið.

Vísitalið hækkaði serliga fyri tænastuvinnurnar og byggivinnuna, sum merkja stóra framgongd í sølu og eftirspurningi. 

Byggivinnan og tilfeingisvinnurnar, so sum fiskivinnan, vænta at fáa brúk fyri fleiri fólkum til arbeiðis næstu tólv mánaðirnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636