Góðar tíggju milliónir fyri golflendi

Góðar tíggju milliónir fyri golflendi
Festararnir á Glyvursnesi skulu hava yvir tíggju milliónir, so Tórshavnar kommuna kann byggja golfvøll. Kommunan vil hava landið at rinda.
Enn er ikki komið á mál við lendinum til golfvøllin á Glyvursnesi
 
30.06.2014 - 12:52

Tað fer at kosta tíggju milliónir og góðar 154.000 kr. at taka lendi til golfvøll frá festarunum á Glyvurnesi.

Tað skrivaði Búnaðarstovan til Fiskimálaráðið í mars í ár.

Uppskot er gjørt um avtalu millum Tórhavnar kommunu, Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin og festararnar Sjúrð Patursson og Poul Muller.

Festararnir skulu langtíðarleiga 656.340 fermetrar til golfvøllin, sum Tórshavnar kommuna ætlar at byggja á Glyvurnesi.

Vil hava landið við

Hóast lógin sigur, at kommunan skal gjalda endurgjald í slíkum førum, vil kommunan hava landið at vera við í ætlanini.

Býráðið heldur, at ein golfvøllur á Glyvursnesi verður øllum landinum at gagni, eitt nú ferðavinnuni, og ikki bara Tórshavnar kommunu.

Tí vónar býráðið, at kommunan fær lendið fyri einki, tað er, at landið rindar fyri lendið.   

Í telduposti úr Fiskimálaráðnum til Heðin Mortensen, borgarstjóra, 11.november í fjør, verður sagt, at landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum kannar møguleikan fyri, at landið fíggjar alt endurgjaldið ella ein part av endurgjaldinum.

Jacob Vestergaard lovaði á einum fundi við Tórshavnar kommunu 10.oktober at kanna, um grundarlag var fyri, at landið í hesum serliga førinum átók sær ein part av endurgjaldinum, sum festararnir skulu hava.  

Í gjár segði Jacob Vestergaard við Útvarpið, at á ólavsøku kemur væntandi uppskot í løgtingið um endurgjald til festararnar á Glyvursnesi. Hann upplýsti tó ikki, hvussu stóran part av endurgjaldinum, landið vil rinda.  

Eingir leikir í 19 

Ætlanin var, at golfvøllurin skuldi vera liðugur í 2019, so golf kundi verða ein ítróttargrein á Oyggjaleikunum um fimm ár.

Men á aðalfundinum hjá Oyggjaleikanevndini leygardagin varð avgjørt, at Føroyar fáa ikki leikirnar í 2019, tí Føroyar kundu ikki veita fulla vissu fyri, at umstøður vera fyri 12 ítróttargreinum í Føroyum í 2019.

Í staðin fyri verða Oyggjaleikirnir á sponsku oynni Menorka í 2019, um tey har seta seg før fyri at hava leikirnar tá. 

ÍSF vónar nú at fáa leikirnar til Føroya í 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636