- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist um fólkini í CIP verða avhoyrd
Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, sigur, at fyribils eru bara ætlanir um tríggjar avhoyringar aftrat. Tey, sum skulu avhoyrast, eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Kári P. Høgjaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, og Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.
Hesar avhoyringarnar verða í Føroyum um mánaðarskiftið august/september. Í løtuni verður roynt at finna fram til, hvørjar dagar avhoyringarnar verða, soleiðis at tað liggur fyri hjá teimum, sum skulu avhoyrast.
Enn hevur Hans Gammeltoft Hansen ikki gjørt av, um fleiri enn hesi trý skulu avhoyrast. Spurdur, nær umboðini hjá CIP skulu avhoyrast, sigur kanningarstjórin, at tað er ikki vist, at tey verða avhoyrd. Tað er støða ikki tikin til enn, sigur hann, og vil ikki gera fleiri viðmerkingar til tað málið.
Løgmaður vísir aftur
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur higartil víst aftur, at hann skal hava gjørt avtaluna við CIP um eina millión í endurgjaldi, varð avtalan um Skálafjarðartunnilin av ongum. Men undir avhoyringunum í gjár segði Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, at tað var løgmaður, sum samráddist við CIP og "de facto" gjørdi avtaluna.
Hetta eigur at fáa kanningarstjóran at framskunda avhoyringarnar av løgmanni, segði Bjørn á Heygum, advokatur, við Kringvarpið í gjár.
Tíðarætlan løgd
Spurdur, um hann ætlar sær at gera eftir ráðunum at framskunda avhoyringarnar, sigur Hans Gammeltoft Hansen, at hann hevur hoyrt, at fleiri viðmerkingar hava veriðum tað, sum kom fram undir avhoyringunum. Men kanningarstjórin sigur, at hann hevur lagt eina tíðarætlan fyri kanningarnar, og sum útgangsstøði ætlar hann sær at halda hana. Fleiri viðmerkingar hevur Hans Gammeltoft Hansen ikki til áheitanina hjá Bjørn á Heygum.
Tey, sum higartil eru avhoyrd, eru Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Nella Festirstein, fyrrverandi deildarstjóri í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.