- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna harðskapsmál í Havn
Kanna harðskapsmál í Havn
Ein maður hevur brotið beinið í fleiri støðum, og er framvegis innlagdur
26.06.2014 - 11:20
Løgreglan kannar í løtuni eitt harðskapsmál.
Tað var um seks-tíðina leygarmorgunin, at boð vórðu eftir løgreglu, tí tveir menn vóru í hornatøkum í miðbýnum í Havn. Ein triði maður royndi at sissa menninar og legði uppí. Endin var, at ein teirra datt.
Breyt beinið í fleiri støðum
Maðurin, sum datt, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og tað vísti seg, at hann hevði brotið beinið í fleiri støðum. Hann er framvegis á innlagdur.
Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn, eru vitni í málinum, men tey eru ikki avhoyrd enn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV