- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnin fær 16-20 mió. kr. ov lítið til eldrarøkt
Býráðið í Havn sigur seg vera fyri vanbýti, tá landið fer at lata kommununum pengar fyri at taka við eldraøkinum og heimarøktini.
Í einari yvirlýsing sigur Tórshavnar býráð, at við tí fíggjarleisti, sum landsstýrið arbeiðir við, fer Tórshavnar kommuna at hava millum 16 og 20 milliónir krónur ov lítið til tær tænastur, sum longu eru nú. Harafturat verða fleiri tænastur og uppgávur lagdar á kommununa í sambandi við yvirtøkuna á nýggjárinum.
Útjavning kostar
Tilvitað fremur landsstýrið eina útjavning, sum kostar Tórshavnar kommunu millum hálvt og heilt prosentstig í kommunuskattinum, siga tey 13 fólkini í býráðnum í Havn.
Tórshavnar býráð krevur at fáa teir pengar, sum økini kosta, frá landinum, áðrenn økini verða yvirtikin.