- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar farnir at fiska makrel
Fyrstu grønlendsku nótaskipini eru farin at royna eftir makreli í Eysturgrønlandi, skrivar grønlendska kringvarpið.
12 av 21 skipum hava fingið loyvi at byrja fiskiskap.
52.000 tons
Grønlendska fiskiveiðueftirlitið sigur fyri kringvarpinum, at enn er mest talan um russisk skip, sum hava fingið loyvi at fiska makrel. Grønlendsku skipini hava fingið loyvi at fiska 52.0000 tons av kvotuni, sum er tilsamans 100.000 tons.
Nevndarformaðurin í Polar Seafood sigur, at tey fara undir fiskiskap fyrsta dagin. Polar Seafood hevur fingið loyvi at fiska 18.000 tons.
Polar Seafood ætlar, at fýra skip skulu fiska teirra makrelkvotu. Tvey av teimum verða riggað til í Íslandi og í Føroyum, og fara síðani til Eysturgrønlands. Haraftrat hevur felagið leigað eitt skip, men hvat fjórða skipið verður, er ikki greitt enn, upplýsir Polar Seafood.
Royal Greenland hevur eisini fingið makrelkvotu, men teirra ætlanir verða ikki almannakunngjørdar fyrr enn í næstu viku.
Góður royndarfiskiskapur
Royndarfiskiskapurin eftir makreli í grønlendskum sjógvi gekk væl í fjør. Kvotan var 65.000 tons, og av teimum vórðu 52.000 tons fiskað. Royal Greenland fiskaði 10.000 tons, skrivar felagið á heimasíðuni.
Tey níggju skipini, sum ikki enn hava fingið loyvi at fiska makrel í grønlendskum sjógvi, eru úr Russlandi, Íslandi, Føroyum og eini oyggj í Karbiska havinum, skrivar KNR.