- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongur illa at selja bygningar hjá kommununi
Býráðið í Havn var í so bjartskygt, tá tað í fjør roknaði út, hvussu nógv kundi fáast fyri bygningar hjá kommununi, sum skuldu seljast, tí kommunan keypti bygningar frá BankNordik til umsitingina.
Sølan hevur givið minst 19,5 milliónir minni enn ætlað.
23 mió. kr. meira í skatti
Býráðið samtykti í gjárkvøldið at brúka 19,5 milliónir kr. til at fíggja ein part av undirskotinum á kontuni keyp og søla. Tórshavnar kommuna fekk 23 milliónir krónur meira í skatti og avgjøldum enn mett í fíggjarætlanina fyri 2013.Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð samtykt, hvussu tær 23 milliónirnar skulu brúkast.
Ein millión skal brúkast, so arbeiðið at skriva Havnar søgu kann halda fram. Hálvonnur millión fer til eitt sakarmál, sum kommunan tapti. Og slakar tvær milliónir fara til lønir og annað, nú umsitingin skal fyrireika yvirtøkuna av eldraøkinum og heimatænastuna á nýggjárinum.