- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aksel V. Johannesen: Løgmaður kann ikki halda fram
- Um løgmaður hevur hevur sagt ósatt, sum alt bendir á, so kann hann ikki halda fram.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, við heimasíðuna in.fo í dag.
Aksel V. Johannesen var sjálvur avhoyrdur av Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra í gjár, og formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at støðan er sera álvarslig, eftir at fyrrverandi aðalstjórin undir revsiábyrgd segði, at løgmaður var tann, sum gjørdi endurgjaldsavtaluna við CIP.
Løgmaður noktar
Tað hevur løgmaður noktað fyri á tingsins røðarapalli, og tað noktaði løgmaður eisini í útvarpinum í gjár.
Andstøðan legði í fjør misálit á løgmann, tá ið tað gjørdist greitt, at hann hevði verið á fundi við CIP, hóast løgmaður segði seg ikki hava verið.
- Nú er støðan so enn meira álvarslig, tí løgmaður eftir øllum at døma einsamallur gjørdi break-fee-avtaluna, sigur Aksel V. Johannesen við in.fo.