Jenis av Rana: Kløkkur og ørkymlaður

Jenis av Rana: Kløkkur og ørkymlaður
Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at tað kemur óvart á seg, at løgmaður hevur havt so stóran leiklut í málinum um endurgjald til CIP
 
25.06.2014 - 15:48

- Eg eri bæði kløkkur og ørkymlaður av tí, sum er komið fram undir avhoyringunum um leiklutin hjá løgmanni at gera avtaluna við CIP.

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum situr í samgongu við løgmanni.

Kemur óvart á

Jenis av Rana sigur, at tað kom óvart á seg, at løgmaður hevði havt so stóran leiklut at gera avtaluna um endurgjaldið til Copenhagen Infrastructure Partners. Serliga tí løgmaður í løgtinginum hevur sagt, at hann ikki hevði gjørt nakra avtalu við CIP.

- Eg visti ikki av, at løgmaður hevði gjørt avtaluna, sigur Jenis av Rana.

Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, greiddi í dag kanningarstjóranum í málinum um í Skálafjarðartunlinum frá, at hóast tað var Kári P Højgaard, landsstýrismaður, sum skrivaði undir avtaluna, var tað løgmaður, sum samráddist um avtaluna og "de facto" gjørdi hana.

- Har er nógv í málinumn, sum vit ikki hava vitað, men sum vit áttu at vitað, sigur Jenis av Rana. Hann vil ikki siga meira um málið nú, annað enn at hann fer at tosa við løgmann um málið.

Má fáa avleiðingar

Bárður Nielsen, tingmaður hjá Sambandsflokkinum, sigur við in.fo, at um hetta er rætt sum er komið fram í rættinum í dag, so eigur hetta at fáa avleiðingar fyri løgmann.

- Tað ber snøgt sagt ikki til, at ein løgmaður lýgur fyri løgtinginum og fyri Føroya fólki, sigur Bárður Nielsen við in.fo

- Eg kann bara staðfesta, at tað er ongantíð í lagi at lúgva, og serstakliga ikki um talan er um landsstýrisumboð, sigur hann.

Bárður Nielsen sigur, at hann vil síggja, hvat niðurstøðan hjá kanningarstjóranum verður, men er hetta rætt, sum Rúni Joensen førir fram, so eigur tað at fáa avleiðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982