- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri skip - Sjóvinnustýrið ikki styrkt
Hóast nógv skip eru komin afturat, er Sjóvinnustýrið ikki styrkt, hvørki við fólki ella pengum.
Frá 2009 til 2013 komu 103 skip í føroysku skipaskráirnar, 62 teirra vórðu skrásett í FAS, altjóða skipaskránni. Men Sjóvinnustýrið hevur hvørki sett fleiri fólk ella fingið fleiri pengar at fyrisita og røkja eftirlitsuppgávurnar so hvørt, fleiri skip eru komin í flotan.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu.
17 fulltíðarstørv
Johan Dahl sigur, at í august vera 17,1 fulltíðarstarv í Sjóvinnustýrinum. Í januar í fjør vóru 0,8 fleiri størv í Sjóvinnustýrinum. Tey fimm árini 2009 til 2013 fóru 14 fólk úr starvi í Sjóvinnustýrinum. Eingin varð sagdur úr starvi.
Í ár eru fýra fólk afturat farin úr Sjóvinnustýrinum. Orsøkirnar eru ymiskar, men av tí at talan er um persónsmál, vil Johan Dahl ikki siga meira um hetta í svarinum til Gunvør Balle.
Johan Dahl viðgongur, at starvsfólkatalið hjá Sjóvinnustýrinum er avmarkað samstundis sum Sjóvinnustýrið dagliga fær nógvar átrokandi fyrispurningar.