- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bárður Nielsen: Má fáa avleiðingar
- Tað ber ikki til, at ein løgmaður sigur ósatt fyri løgtingum og Føroya fólki, sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, við tíðindaportalin in.fo.
Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, segði fyri kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft-Hansen, fyrrapartin, at løgmaður samráddist um endurgjaldsavtaluna til CIP, men formliga skrivaði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, undir avtaluna.
- Eg kann bara staðfesta, at tað er ongantíð í lagi at siga ósatt, og serstakliga ikki, um talan er um eitt landsstýrisumboð, verður Bárður Nielsen endurgivin fyri at siga á in.fo.
Bárður Nielsen sigur, at hann vil síggja, hvat niðurstøðan hjá kanningarstjóranum verður, men er tað rætt, sum Rúni Joensen hevur sagt fyri kanningarstjóranum, eigur tað at fáa avleiðingar fyri løgmann og formannin í Sambandsflokkinum, endurgevur in.fo Bárð Nielsen fyri at siga.