- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kirkjukonsert á Eiði kostaði 100 krónur
Kirkjukonsert á Eiði kostaði 100 krónur
Vanliga er ókeypis at sleppa í kirkju. Men tað kostaði at sleppa til kirkjukonsert hjá Mariusi fyrr í mánaðinum
24.06.2014 - 15:32
Kjakið um, hvat sømir seg í kirkjuni, er kyknað aftur.
Fyri tveimum vikum síðani hevði bólkurin Marius kirkjukonsert. Vanliga eru tílíkar konsertir ókeypis. Men hesaferð rindaðu teir umleið 200 áhoyrararnir 100 krónur fyri atgongumerkið.
Bispur tikið málið upp
Atgongumerkjasølan í forkirkjuni á Eiði hevur fingið bisp at taka málið upp. Í brævi á heimasíðuni sigur hann seg ætla at eftirmeta spurningin um tignina innan kirkjugátt.
Jógvan Fríðriksson, bispur, verður gestur í Degi og Viku í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV