Johan Dahl: Havi einki ólógligt gjørt

Johan Dahl: Havi einki ólógligt gjørt
Landsstýrismaðurin sigur, at hvørki hann ella Vinnumálaráðið vistu, hvussu umfatandi fíggjarliga óskilið var á Strandferðsluni
 
24.06.2014 - 07:53

Johan Dahl, landsstýrismaður, heldur fast um, at hann hevur onki ólógligt gjørt í sambandi við játtanina hjá Strandferðsluni fyri 2013. Men hann viðgongur, at hann kundi havt betri eftirlit við Strandferðsluni.

Tað stendur í svarinum, sum Johan Dahl í gjár sendi Landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum. 

Landsstýrismálanevndin kannar, um Jhan Dahl hevur fyrisitið Strandferðsluna á lógligan hátt, tí í fjør vantaðu útvið fimm milliónir krónur í játtanini hjá Strandferðsluni. Stovnurin gjørdi fleiri ferðir landsstýrismannin varugan við, at játtanin í fjør fór ikki at halda. Kortini bað landsstýrismaðurin ikki um eykajáttan.

Óálítandi upplýsingar

Í svarinum til landsstýrismálanevndina sigur Johan Dahl, at upplýsingarnar hjá Strandferðsluni um fíggjarligu støðuna vóru óálítandi, og at hvørki landsstýrismaðurin ella Vinnumálaráðið vistu, hvussu umfatandi fíggjarliga óskilið á Strandferðsluni var.

Hann viðgongur tó, at okkurt kundi havt verið fyrisitið øðrvísi, men vísir aftur, at hann skal hava gjørt nakað ólógligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982