- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alivirksemið hjá Fútakletti umhvørvisgóðkent
Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent alivirksemið hjá P/F Fútakletti á alifirðinum Miðvágur/Sandavágur, Vágafirði og Hestfirði.
Talan er um tvey aliøki, annað í Miðvági/Sandavági og hitt við Velbastað.
Dálking ávirkar umhvørvið
Umhvørvisstovan skrivar, at aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, saman við skarni frá fiskinum, søkkur niður á botn, har tað kann hópast upp.
Harafturat er ávís dálking frá heilivági og evnum, sum verða nýtt til at viðgera aliútgerðina. Tað er serliga kopar, sum ofta verður nýtt í sambandi við impregnering av alinótum.
Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Í góðkenningini eru settar treytir um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum av botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan.
Gjørdu viðmerkingar
Undan góðkenningin, varð uppskotið til umhvørvisgóðkenning sent Fútakletti, Heilsufrøðiligu starvsstvouni, Vága kommunu og Tórshavnar Kommunu. Fútaklettur og Heilsufrøðiliga starvsstovan høvdu ongar viðmerkingar.
Tórshavnar Kommuna ger vart við, at tvær spillivatnsútleiðingar liggja út frá Velbastað.
Vága kommuna spurdi í sínum viðmerkingum, hvør fylgir við dálkingarstøðuni. Og tað ger P/F Fútaklettur. Alifelagið skal sjálvt fylgja dálkingarstøðuni, og Umhvørvisstovan skal fylgja við, at ásettar treytir verða hildnar. Og botnkanningar verða kravdar sum partur av eftirlitinum hjá Umhvørvisstovuni.
Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri at seta fisk út aftur á staðnum, skrivar Umhvørvisstovan.