Vágatunnilin skuldarfríur um hálvt triðja ár

Vágatunnilin skuldarfríur um hálvt triðja ár
Felagið noyðist tó at fara aftur til lángevaran eftir pengum til íløgur og viðlíkahald
 
19.06.2014 - 07:48

Partafelagið Vágatunnilin verður skuldarfrítt um hálvt triðja ár, eitt ár fyrr enn ætlað.  Men felagið noyðist at fara aftur til lángevaran eftir pengum, sum eru goldnir ov tíðliga, so nýggjar íløgur og viðlíkahald kunnu gerast.  

Sambært láns-avtaluni hjá felagnum skal seinasti avdráttur gjaldast 12.desember í 2017.Men tað verður gjørt longu í desember í 2016, hevur Fíggjarmálaráðið fingið at vita.

Gott gjaldføri

Vágatunnilin hevur seinastu árini havt gott gjaldføri. Fyri at fáa sum mest í rentu fyri gjaldførið, hevur felagið sett tað inn á lánið og soleiðis spart nógva rentu av láninum frá Íleggingar-grunninum. Hetta ger, at stóra lánið verður útgoldið nú í juni í ár. Men felagið hevur eisini stuttfreistaða skuld, sum er 11,4 mió. kr.

Við árslok 2016 verður Partafelagið Vágatunnilin skuldarfrítt. Men tá er kortini ikki leyst og liðugt. Orsøkin til góða gjaldførið er, at felagið hevur útsett ætlað viðlíkahald og íløgur so sum at asfaltera, skifta ljós og endurnýggja pumpur. Tí noyðist felagið at taka út aftur av láninum til at gjalda tað, sum felagið annars ikki hevur tøkt gjaldføri til, tí tað er farið til at gjalda lánið við. 

Biðið um frágreiðing

Í lánsavtaluni við Íleggingargrunnin er møguleiki fyri at taka tað útaftur, sum er goldið ov tíðliga í mun til lánsavtaluna. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur biðið P/f Vágatunnilin um eina ítøkiliga frágreiðing um nýggjar íløgur og viðlíkahald í Vágatunlinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205