- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-tiltøkini eru framvegis í gildi
Tað kann taka nakrar vikur at sleppa av við handilsforðingarnar hjá ES móti norðhavssild og makreli úr Føroyum.
Enn hevur landsstýrið ikki fingið váttan frá Mariu Damanaki, ES-fiskivinnukommisseri, um, at hon góðtekur og staðfestir avtaluna um, at føroyska sildakvotan í ár er 40.000 tons, at ES strikar boykottið móti Føroyum, og at Føroyar taka aftur gerðarrættarmálini móti ES.
Landsstýrið staðfesti, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, avtaluna við ES fyri einari viku síðani.
Einki svar
Men í gjár var einki svar komið úr Brússel, sigur Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni. Tá handilsforðingarnar skulu takast av aftur, skal ES-nevndin fyrst leggja tilmæli um tað fyri serligu nevndina, sum í fjør summar samtykti at seta forðingarnar í gildi.
Viðgerðin í nevndini kann í skjótasta lagi vara í tríggjar vikur, men hon kann eisini vara tað dupulta, tað eru seks vikur.
ES-boykottið móti Føroyum kom í gildi 28.august í fjør.