- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfall rakar nýtt flogfelag fyrsta túrin
Illa gongst hjá flogfelagnum Greenland Express at bjóða Air Greenland av í flúgvingini millum Grønland og Danmark.
Nýggja felagið skuldi byrja í fjør. Men fyrsta fráferðin er flutt nakrar ferðir.
Rakt av verkfalli
Í gjár fór flogfarið, eitt Fokker F100 hjá niðurlendska flogfelagnum Denim Air, so úr Ålborg við 15 ferðafólkum til Keypmannahavnar og haðani til Keflavíkar og Narsarsuaq. Men á veg aftur úr Grønlandi til Keypmannahavnar og Ålborg slapp flogfarið ikki úr Keflavík, tí eingin manning var til flogfarið. Verkfall í Íslandi var orsøkin til, at manningin ikki var komin til Íslands, sigur felagið.
Flúgvan hvønn dag
Flogfarið fer so til Danmarkar í morgun.
11 ferðafólk eru við flogfarinum hjá Greenland Express á fyrstu ferðini úr Grønlandi til Danmarkar. Lítli eftirspurningurin ger, at felagið bara flýgur tríggjar dagar afturat í juni. Men frá 1.juli verður flogið hvønn dag, skrivar danska heimasíðan Check-In.