- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er aftur fiskaarbeiði í Vestmanna
Í einar tvær vikur hevur fiskaarbeiði verið aftur á flakavirkinum í Vestmanna.
Virkið hevur keypt nakað av toski frá frystitrolaranum, Sjagakletti, sum var á Flemish Cap í vetur.
Skera flak
Eyðun Olsen, virkisleiðari sigur, at toskurin verður skorin til flak. Arbeitt hevur verið í tvær vikur, og um 25 fólk eru til arbeiðis. At tey eru farin at skera flak er nýtt hjá felagnum.
Eitt felag keypti flakavirkið í Vestmanna frá Faroe Origin fyri trimum árum síðani, eftir at Faroe Origin yvirtøk ognirnar hjá Faroe Seafood, og ætlanin hevur alla tíðina verið at arbeiði aftur skuldi vera á virkinum í Vestmanna. Sjagaklettur var á Flemish Cap í vetur. Nakað av fiskinum varð umskipaður í Ný Foundlandi og sendur til Føroya í bingjum, meðan skipið hevði frysta fiskin frá seinasta túrinum við til Føroya.
Ein roynd
Talan er um eina roynd, og tíðin fer at vísa, um virkið fer at keypa meira fisk til virkingar, sigur Eyðun Olsen. Í Vestmanna er eitt lítið uppsjóvarvirki, og tað hoyrir saman við flakavirkinum.
Síðani virksemið byrjaði fyri trimum árum síðani, hevur tað virkið tikið ímóti bæði makreli og sild, og tað er eisini ætlanin at gera í ár, sigur Eyðun Olsen.