- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið krevur hálvt annað ára fongsul
Ákæruvaldið krevur, at menninir, sum eru ákærdir fyri ránið í Húsagøtu annað páskakvøld, verða dømdir at sita í hálvt annað ár.
Dómarnir verða sagdir í morgin ári klokkan hálvgum níggju.
Krevur treytaleysa revsing
Revsingin eigur at vera treytaleys, segði ákærin á rættarfundinum í dag. Fyri ránið kravdi ákærin eitt ár upp í eitt ár og tríggjar mánaðir. Men báðir menninir eru eisini ákærdir fyri onnur revsilógarbrot, so ákærin krevur eitt ár og fýra mánaðir upp í hálvt annað ár til annan mannin og hálvt annað ár til hin.
Verjarnir mæltu til munin linari revsing, og at revsingin verður treytað ella partvíst treytað. Kriminalforsorgin sigur um báðar, at teir eru egnaðir at fáa treytaða fongsulsrevsing. Báðir menninir eru persónkannaðir.
Ikki talan um rán
Verjarnir siga, at talan var ikki um rán, tí eingin harðskapur varð brúktur, og heldur ikki var nøkur hóttan um harðskap. Tí er talan um stuldur. Báðir teir ákærdu játta seg eisini sekar í stuldri. Men avger rætturin, at talan var um rán, kann revsingin í mesta lagi verða átta til níggju mánaðir við øllum, eisini tí, sum menninir hava játtað seg sekar í, søgdu verjarnir.
Verjarnir løgdu dent á, at eingin læknaváttan er løgd fram í rættinum, hóast kvinnan, sum menninir tóku slakar 5.400 kr. frá, segði í rættinum, at hon fekk nevan á høkuna, so hon datt afturá. Hon var eisini á Skaðastovuni, segði hon. Men rætturin fekk einki skjal um tað.
Góðtaka ikki endurgjaldskrav
Vantandi læknaváttan var eisini orsøkin til, at verjarnir ikki góðtóku endurgjaldskravið frá kvinnuni. Hon er tímalønt og fekk ikki arbeitt í ein mánað eftir hendingina. Hon livdi av frítíðarlønini hesa tíðina, hon ikki var til arbeiðis, segði hon. Nøkur onnur endurgjaldskrøv vórðu eisini fráboðað í rættinum í dag.