- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetlendingar ónøgdir við føroyska makrelavtalu
Í vikuni vitjaði bretski fiskimálaráðharrin, George Eustice, í Hetlandi. Móttøkan var lunkað, skriva hetlendskir miðlar, tí hetlendskir fiskimenn gjørdu tá vart við sína ónøgd um makrelavtaluna, sum er undirskrivað við Noreg og Føroyar.
Hetlendingar eru serliga misnøgdir við, at kvotan hjá hetlendingum minkar, nú føroyingar hava fingið meira í sín part.
Hetlendskir fiskimenn hava heitt á bretska fiskimálaráðharran at syrgja fyri, at støðan ikki versnar næsta ár.
Bretski fiskimálaráðharrin segði á vitjanini, at strandarlondini vóru noydd at finna semju, og at bretska stjórnin hevur stríðst fyri sínum áhugamálum á hægsta politiska stigi í Evropa.
- Eg fari framhaldandi at stríðast fyri okkara áhugamálum, sigur hann við Shetlandsnews.
Bretland eigur okkurt um helvtina av makrelkvotuni hjá ES.