Helgi Abrahamsen: Stevning broytir einki

Helgi Abrahamsen: Stevning broytir einki
- Stevningin greiðir løgfrøðiligar spurningar. Okkara mál er politiskt, sigur Helgi Abrahamsen, sum atkvøddi fyri misáliti á Jørgen Niclasen
 
05.06.2014 - 14:20

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, atkvøddi fyri misálitinum á Jørgen Niclasen, og hann heldur ikki, at tað, at Jørgen Niclasen ætlar at stevna Kringvarpinum og Portalinum, broytir nakað.

- Stevningin greiðir løgfrøðiligar spurningar. Okkara mál er politiskt, sigur Helgi Abrahamsen, sum ikki vil gera samrøðu við útvarpið í dag.

Helgi Abrahamsen heldur ikki, at stevningin greiðir nakað politiskt.

Broytir einki

- Eg dugi ikki at síggja, at hatta broytir politisku støðuna, sigur hann. 

Beinleiðis spurdur, um hann heldur, at Jørgen Niclasen skal frá sum landsstýrismaður, svarar Helgi Abrahamsen:

- Eg havi ikki broytt meining.

Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, atkvøddi eisini fyri misálitinum á Jørgen Niclasen, hann vil ikki gera viðmerkingar í dag, men sigur, at hann er samdur við Helga Abrahamsen, at stevningin ikki broytir nakað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035