- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biður um eykajáttan á ólavsøku til serviðgerð
Uppskot um eykajáttan til serviðgerðir uttanlands kemur í løgtingið, so skjótt næsta tingseta byrjar á ólavsøku.
Tað fekk Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, váttað á landsstýrisfundi í gjár. Men um talið verður sjey milliónir krónur, sum tað var á landsstýrisfundinum mánadagin í síðstu viku, er óvist. Á fundinum í síðstu viku var ikki undirtøka fyri at leggja eykajáttanarlógina fyri tingið í síðstu viku, tá tingfundur var.
Landsstýrisfólk ivaðust í talinum, tí so nógv tøl vórðu nevnd, alt úr fýra milliónum upp í 12 milliónir krónur.
Hvørki meiri ella minni
Karsten Hansen var ikki sjálvur á landsstýrisfundinum, hann var burturstaddur. Men sambært honum var eingin ivi um talið. Tað var sjey milliónir, hvørki meira ella minni, segði landsstýrismaðurin fyrr í vikuni.
Um talið framvegis verður sjey milliónir á ólavsøku, ber ikki til at siga nú, sigur Karsten Hansen, tí kontan "serviðgerðir uttanlands" verður virkin í tveir mánaðir afturat, áðrenn eykajáttanin kemur í tingið.
Sjúkrahúsini ráða
Karsten Hansen sigur, at sjúkrahúsini hava ræðið á játtanini til serviðgerðir uttanlands. Men landsstýrismaðurin noyðist at biðja tingið um eykajáttan, verður tað neyðugt.
Karsten Hansen sigur, at í morgin verður fundur við tey, sum umsita kontuna "serviðgerðir uttanlands" fyri at fáa greiði á, um neyðugt er at spara nú, ella um tað skal bíða til eftir ólavsøku at taka avgerð, um haldast skal aftur ella ikki.