Løkke tók øll á bóli

Løkke tók øll á bóli
Hetta er størsta comeback, síðani Lasarus reis upp frá deyðum, sigur viðmerkjari
 
04.06.2014 - 07:46

Nógv hildu, at klæðir fyri 152.000 krónur, - alt frá klædningum til undirklæðir, keypt fyri pening hjá flokkinum, Mallorca-ferðir fyri familjuna, sum flokkurin rindaði, og eyka reingerð av hotelkamari, orsakað av royking, sum flokkurin eisini rindaði, var ov nógv av tí góða.

Men so var ikki. Lars Løkke Rasmussen verður sitandi sum formaður. Tað gjørdist greitt á lagnufundinum hjá Vinstraflokkinum í gjár. Ein samd aðalstjórn í flokkinum styðjaði Lars Løkke Rasmussen einmælt. Sostatt heldur hann fram sum formaður, og Kristian Jensen heldur fram sum næstformaður.

Fjølmiðlar lumpaðir

Fjølmiðlar hava annars borið tíðindi um, at hann nú varð liðugur í politikki, og spurningurin var so bara, hvør skulu taka við sum formaður fyri Vinstraflokkin. 

Á tíðindafundi eftir langa langufundin, sum vardi í sjey tímar, segði Lars Løkke Ramsussen, at hann er errin av at vera formaður fyri Vinstraflokkin, og at uppgávan nú er at skapa frið og tryggleika innanfloks, og tað eru sár, sum skulu lekjast, - sum hann tók til.

Kristian Jensen, næstformaður, segði eftir tíðindafundin, at nógv hevur verið skrivað og sagt í hesum málinum av vinstrafólkum, men tað er alt gjørt í kærleika til Vinstraflokkin, - ikki fyri at syndra flokkin.

Ikki síðani Lasarus

Jarl Cordua, politiskur viðmerkjari, segði við danska kringvarpið eftir fundin, at her er talan um eina stórhending.

- Eg minnist einki comeback, sum líkist hesum. Hetta má vera størsta comeback, síðani Lasarus reis upp frá deyðum. Hetta er sera, sera óvanligt, sigur Jarl Cordua.

Sambært Jarl Cordua, hevur tað havt stóran týdning fyri Lars Løkke Rasmussen at savna alla aðalstjórnina í einum rúmi, har hann hevur kunnað víst aftur og greitt frá teimum skuldsetingum, sum hava verið móti honum.

Hóast Lars Løkke Rasmussen hevur sannført aðalstjórnina í Vinstra, er stóra avbjóðingin at sannføra veljararnar hjá flokkinum og at endurskapa trúvirðið hjá flokkinum. Tí nógvar atfinningarsamar røddir hava verið frammi í baklandinum hjá flokkinum. Tað sigur Tanja Frederiksen, viðmerkjari, við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035