- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avlurtingarlógin og útlendingalógin eru samtyktar
Fólkatingið samtykti í gjár endaliga tvær lógarbroytingar, sum koma í gildi í Føroyum. Onnur er avlurtingarlógin, sum skal lætta um hjá løgregluni at kanna fólk, sum eru undir illgruna.
Talan er um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar.
Løgtingið vildi ikki hava logging við í lógina. Og hon var so heldur ikki við, tá fólkatingið fekk lógaruppskotið úr danska Løgmálaráðnum.Í upprunaliga uppskotinum var ætlanin at áleggja telefeløgunum skyldu til at skráseta og goyma eitt nú telefonsamrøður, so politiið kundi brúka tær í sínum kanningum og ákæruritum.
Lættari at fáa handverkarar
Hin lógin er útlendingalógin, sum skal broytast, so tað verður høgligari hjá føroyskum byggifyritøkum at fáa handverkarar úr ES til Føroya at arbeiða. Tá lógarbroytingin er komin í gildi, ber til at fáa faklærda arbeiðsmegi, - handverkarar, úr ES, so leingi arbeiðsloysið í Føroyum ikki fer upp um seks prosent. Í galdandi lóg er markið hálvt fjórða prosent.
Karen Hækkerup, løgmálaráðharri, átti bæði lógaruppskotini. Øll, sum vóru í fólkatingssalinum, atkvøddu fyri lógarbroytingunum.
Løgtingið hevur longu samtykt báðar lógarbroytingarnar.