- Tíðindi, mentan og ítróttur
3.000 fólk afturat í Havn
Nú klokkan hálvgum tíggju leggjast stívliga 3.000 fólk aftur at fólkatalinum í Havn í einum høggi.
Tí tá leggur stóra ferðafólkaskipið Celebrity Infinity at við molan í Havn.
Við skipinum, sum kemur higar úr Norra, eru 2067 ferðafólk og í manningini eru 961 fólk, upplýsir havnarskrivstovan í Havn.
Millum størstu ferðafólkaskip
Celebrity Infinity er millum størstu ferðafólkaskipini, sum koma til Føroya um summarið. Skipið er 294 metrar langt.
Ferðafólkini eru úr nógvum londum, tey flestu úr Stóra Bretlandi, USA, Hong Kong og Kanada. Tey gera útferðir, meðan skipið liggur í Havn.
Celebrity Infinity, sum er skrásett á Malta, fer av stað aftur klokkan seks í kvøld.