- Tíðindi, mentan og ítróttur
Land og kommunur fáa meiri í skatti
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hava bæði landskassin og kommunurnar fingið meira í skatti samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir nýggj skattauppgerð hjá TAKS.
Landskassin hevur fingið slakar 534 milliónir krónur í skatti, og tað er nakað meira enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør. Vøksturin er góð fimm prosent.
Kommunurnar 600 mió. kr.
Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið slakar 601 millión krónur inn í skatti, - tað eru góða fýra prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. Flestu kommunurnar hava fingið meiri í skatti í ár. Millum størru kommunurnar hava Eysturkommuna, Fuglafjarðar kommuna og Tvøroyrar kommuna størstu framgongdina, meðan eitt nú Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommuna hava framgongd, sum tó ikki er líka stór.
105 mió. kr. í eftirlønarskatti
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru góðar 105 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti, og góðar 17 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 11 milliónir krónur meira.